Fyri fyrstu ferð síðani 1997 hevur gamli guitarleikarin í Shu-Bi-Dua, Michael Hardinger, spælt saman við bólkinum.
Orsøkin er, at Michael Bundensen, sangari, og Hardinger hava funnið saman aftur í sátt og semju, eftir harðan dyst í 1997. Hardinger var annar høvdingin í bólkinum, men hann fór úr bólkinum í 1997 og Bundesen hevur ført bólkin víðari.
Fyri stuttum spældi Hardinger so aftur við bólkinum, og hetta hendi í samband við útgávu av fløgukassa við Shu Bi Dua 1-9, ið inniheldur 9 tær fyrstu útgávurnar hjá Shu-Bi-Dua.