Fyrsta kappingarárið hjá føroysku landsliðsleikarunum í bundesliguni í hondbólti, Elias Ellefsen á Skipagøtu hjá THW Kiel og Hákun West av Teigum hjá Füchse Berlin er farið afturum, og fyri bundesliguna gjørdist hetta eitt serligt kappingarár.
1,6 miljónir áskoðarar sóu dystirnar í bundesliguni, ið er tað mesta nakrantíð. Miðaltalið var 5.216 áskoðarar pr. dyst, og so nógvir áskoðarar hava ongantíð áður verið til eitt kappingarár í bundesliguni.
HER sæst topp 6 við samlaða áskoðaratalinum og miðaltalinum:
THW Kiel: 172.714 - 10.159.
Füchse Berlin: 142.298 - 8.370
Rhein-Neckar Löwen: 137.038 - 8.061
TSV Hannover-Burgdorf: 115.062 - 6.768
SC Magdeburg: 111.722 - 6.571
SG Flensburg-Handewitt: 105.116 - 6.183