Bundið er søguleyst fólk

Nú søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya kennir sviðan av fíggjarpolitikki og fíggjarkreppu, fari eg at heita á Helunu Dam á Neystabø um at bera so í bandi, at henda deild í stundini kemur aftur at virka

Søga er fortíð, men eisini framtíð

Onki samfelag hevur ráð til at vera eina søgu- og samfelagsdeild fyri uttan. Og als ikki Føroyar. Vit eru í ríkisfelagsskapi við tveimum øðrum tjóðum, ið hava sera fá sereyðkenni í felag, kanska bert søguna. At halda, vit kunnu lata søgu- og samfelagskunnleika okkara upp í hendurnar á útlendskari vitan er púra burturvið.

Grundkjarnin í søgufakinum er at fata fortíðina, samtíðina og framtíðina í einum tíðarperspektivi. Borgarin eigur og skal gerast kritiskur medborgari og taka lut í kjaki og samfelagsmenning. Moralska fatanin av søguni er konstant og altíð neyðug. Hon broytist og skal gevast ans hvønn dag.

Søguligi kunnleiki er ikki ein kollektiv fatan av ímyndum, munnligum frásagnum ella egnum upplivingum. Felags søga verður bert til umvegis fakliga vitan og gransking. Til tess at skilja samfelag, menning og gongd krevst henda vitan. Og til tess at vinna á snævurskygni, rongum ímyndum og populismu hevur eitthvørt samfelag í menning brúk fyri hollari fakligari vitan.

 

At beina kunnleika burtur

Søgan er neyðug, hon er sálin í fólkinum. Umvegis søgu- og samfelagslæru mennist menniskjað til at gerast tilvitaður og demokratiskur borgari. Tað føroyska samfelagið hevur ikki brúk fyri intoleransu, snævurskygdum fatanum ella isoleraðum livihátti, tvørturímóti. Vit mugu sjálv sæta okkum heima eins og í altjóða høpi.

Við sereyðkennum og serligu umstøðum okkara, uttan nakran veruligan javnsettan ella einsháttaðan part í øllum heiminum, eiga vit og bara vit at taka ábyrgd av mentanararvi okkara og søgu okkara –ongin annar skal gera tað! At vita hvaðan vit stava, hvørji vit eru og til tess at skilja hvagar vit fara er søgu- og samfelagsfrøðin tann, sum í stóran mun kann koma við svarinum. At leggja niður søgu- og samfelagsdeildina er tískil at burturbeina týdningarmiklan kunnleika, eisini um tað bert er fyri eina tíð.

Vit eru í løtuni um at lata sera nógv virðir av hondum okkara, um vit ikki taka kunnleikan í egnar hendur, sum vit hava gjørt í nógv ár, síðan Hans Jacob Debes, sáli, tók stór tøk til at skapa søgu okkara virðiligar umstøður og ikki bert lata hana fyri vág og vind. At síggja søgu og samfelag við egnum eygum og alheimin úr tí sjónarhorninum er sjálvsagdur rættur hjá øllum tjóðum. Hjá okkum er langt eftir á mál, skulu vit samanbera okkum við støði í hinum norðurlondunum, bæði í skúlan og millum manna. Men hvønn dag megna vit at stríða okkum eitt lítið sindur longur fram á mál.

 

Virðið arvin og nútíðina

Landsstýriskvinna í mentamálum og tingið alt: bjargið søgu okkara undan at gerast ein kastibløka, sum í grundini er at vanvirða bæði land og fólk. Virðið egnu vallyftir tykkara um at verja mentan og gransking. Og latið hesi ungu fólk fáa ta virðing, at tey tóku rætta avgerð, tá tey valdu at skapa sær eina framtíð í Føroyum. At tey gjørdu rætt at nema sær kunnleika og innlit í heimsins viðurskifti umvegis egna vindeyga okkara, ið lítur inneftir og úteftir.