Bundu bøkur inn við mannahúð

Mannahúð er væl egnað at binda bøkur inn við, tí hon er sterk og vatntøtt

Tey fægstu munnu hugsa, at tey kanska sita við húð av øðrum fólki í hondini, tá tey læna eina gamla bók á bókasavninum. Tað er held­ur ikki vanligt, men heilt óhugs­andi er tað heldur ikki.
Amerikanski bókavørð­ur­in Laura Hartman hevur júst skrivað eina grein um evnið, og hon sigur, at bøkur við mannahúð finnast á fleiri av teimum best kendu bókasøvnunum í USA, eitt nú á tí kenda lærda háskúlanum Harward University.
Laura Hartman skrivar í greinini, at í 19. øld var tað ikki óvanlæigt at brúka mannahúð til at binda bøkur inn við. Tá vóru nógv privat bókasøvn. Millum annað áttu nógvir læknar slík bókasøvn, og teir kundu binda bøkurnar inn við húð av deyðum sjúk­ling­um, sum ongan góðan áttu. Harafturat bar til at fáa húð av brotsmonnum, sum vóru avrættaðir. Tað gjørdi, at mannahúðin var lutfalsliga bílig at fáa fatur á, og harafturat var hon væl egnað, tí hon er sterk og vatntøtt, skrivar Laura Hart­man.