Síðsta dagin áðrenn jól, nýggjár og ólavsøku koma fólk kropp á kroppi at bunkra rúsdrekka. Stjórin á Rúsini kundi hugsað sær, at fólk komu at keypa í nógv betri tíð.
- So høvdu vit havt betri møguleika fyri at bjóða kundunum eina góða tænastu, sigur Elsa Maria Olsen, stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins.
Sum myndin vísir, stóð røðin uttan fyri Rúsuna í Havn langt oman á vegin dagin fyri ólavsøku hin 27. juli. Hetta var einasti yrkadagurin millum G!festivalin og ólavsøku har til bar at fylla goymslurnar heima við hús og hjá loyvishavarum, sum sjálvandi eisini hava úr at gera á ólavsøku. Elsa Maria Olsen sigur, at tað vóru fleiri orsøkir til, at tey valdu at beina longu bíðirøðina út um handlin.
- Vit gjørdu tað partvíst av trygdarávum, og partvíst fyri at kundarnir inni í handlinum skuldu fáa betri pláss. Men eisini fyri, at starvsfólkini skuldu sleppa framat at arbeiða, sigur Elsa Maria Olsen.
Hon greiðir frá, at tá trýstið er so stórt, tømast hillarnar eisini skjótt og skulu alla tíðina fyllast upp.
- Starvsfólkini fáa ikki fylt upp, tá so nógv fólk er inni. Sum heild verður tænastan betri, tá tað handilin er ikki á tremur av fólki, sigur Elsa Maria Olsen.
Miðalhampasøla
At so nógv fólk vóru í Rúsuni hendan síðsta dagin áðrenn ólavsøku merkir kortini ikki, at talan var um ein metsøludag.
Dagurin, har mest var selt í krónum, var hin 21. desember 2007, tá selt var fyri uml. 2,9 milliónir krónur áðrenn mvg í øllum landinum. Til samanberingar var sølan hin 27. juli í ár 2,7 milliónir krónur í øllum landinum. Sum heild liggur sølan í Havn rættiliga jøvn síðsta dagin upp til ólavsøkuna, við umleið 1,3 milliónum krónum á hvørjum ári.
Ein stóran dag, sum hann uppundir ólavsøku, er sølan rættiliga jøvn allan dagin. Tó koma flest fólk beint eftir døgurðá og aftan á arbeiðstíð um fýratíðina, og tilsamans avgreiða tey í miðal 360 fólk um tíman. Fólk keypa í miðal 5,5 vørur í part og fyri í miðal 500 kr.
Tálma við at upplýsa
Tað, sum fólk keypa mest av í litrum er sjálvandi øl frá einasta føroyska bryggjaríinum, Føroya Bjór. Veðraølið á fremstaplássi og síðani Classic. Sommersby Apple Cider er sera vælumtókt, hóast tað er rættiliga dýrt. Tað kemst av, at tað verður skattað sum vín. Av brennivíni er tað framvegis Smirnoff Vodka og Taffel Akvavit, sum liggja á odda.
Sum øllum kunnugt, er ein av uppgávunum hjá Rúsuni at tálma nýtsluni við at vegleiða fólki til góðar rúsdrekkavanar. Hetta sæst eisini aftur á tí, sum fólk keypa. Hóast umsetningurin veksur, batnar góðskan av tí, sum verður selt. Hetta merkir, at meiri verður selt av veikaru sløgunum, so sum vín og góðskuøl í dag, í mun til fyri nøkrum árum síðani. Hetta kemst millum annað eisini av, at úrvalið er hækkað úr umleið 300 upp í 800 sløg seinastu fáu árini.
- Eg havi valt at økja um útboðið, fyri at fólk skulu kunna velja meiri av góðsku fram um mongd, tí alkaholpolitiskt er tað at fegnast um, at fólk keypa vørur við minni alkoholi í, sigur Elsa Maria Olsen, sum leggur afturat, at tálmingin eisini liggur í ráðgevingini frá starvsfólkunum, sum millum annað kunnu vegleiða um, hvussu til ber at nýta vørurnar saman við mati.
- Tí hevur tað so stóran týdning, at fólk hava pláss og tíð at fáa eina góða tænastu frá starvsfólkunum, sum alla tíðina verða lærd at ráðgeva kundunum um vørur okkara, sigur Elsa Maria Olsen.
So, um tú vilt hava góða tænasta, ráðgeving og pláss, skalt tú fara at bunkra nakrar dagar áðrenn høgtíðina og ikki í síðstu løtu.