Burðadygg fiskiveiða

“at tryggja burðardygga og skynsama fiskiveiðu” Hetta var eitt av málunum, ið Sjálvstýrisflokkurin fór uppá val við, og er hetta staðfest í sáttmálanum, ið vit valevnir hjá Sjálvstýrisflokkinum skrivaði undir og sendu í hvørt hús í Føroyum undan síðsta løgtingsvali.

Sjálvt um henda samgongan hevur sett sær nógv mál fyri, harav fleiri mál, ið Sjálvstýrisflokkurin kann taka undir við, hevur samgongan siglt tungan sjógv frá byrjan. Tað er harmiligt at síggja, hvussu ein maður kann halda eina heila politiska skipan sum gísla, bert tí hann einans hevur skil fyri einum holið. Kanska hevði tað besta verið, um restin av løgtinginum valdi at venda hesum einfoldiga persóni bakið og heldur settið fokus á øll tey umráðandi málini, ið skulu loysast. Tí uttan mun til, um hann fekk knappar 600 atkvøður, so fingu hinir 32 løgtingslimirnir nógvar ferðir fleiri.

 

Landsstýrismaðurin í Tilfeingismálum hevur nú lagt fram uppskot um, hvussu fiskivinnan skal skipast. Uppskotið leggur upp til stórar tillagingar í fiskivinnuni og hevur landsstýrið heitt á andstøðuna um at samstarva við samgonguna. Inniber uppskotið hjá landsstýrismanninum “at tryggja burðardygga og skynsama fiskiveiðu”, so eiga tinglimirnar hjá Sjálvstýrisflokkinum at taka áheitanini frá landsstýrinum til sín og taka undir við uppskotinum.

 

Ikki av tilvild hava hinir andstøðuflokkarnar valt gamla stílin og eru longu farnir í skotgravirnar at skjóta eftir samgonguni og øllum teirra virksemi. Sjálvstýrisflokkurin hevur slóðað fyri og víst á, at til ber at samstarva yvir um samgongumark. Tað eigur ikki at vera ein spurningur um, hvør situr í landsstýrinum, men at skynsamar avgerðir verða tiknar til frama fyri Føroya land og fólk.

 

Tískil vænti eg, at nú Løgtingið skal taka støðu til fiskidagar og, hvussu framtíðar fiskivinnan skal skipast, at tinglimirnir hjá Sjálvstýrisflokkinum fara at fylgja tí sáttmála, ið eisini teir hava undirskrivað “at tryggja burðardygga og skynsama fiskiveiðu”.