Burn: Greiðir sigrar til KÍF, VÍF og H71

VÍF er einasta liðið í Burn Mansdeildini við fullum stigatali

Seinnapartin og í kvøld eru tríggir dystir leiktir í Burn Mansdeildini.

 

Í Badmintonhøllini í Klaksvík vann KÍF 33-26. Í steðginum var KÍF á odda 16-11.

 

Toppskjútti hjá Team Klaksvík var Nikolay Bliznov við 10 málum. Toppskjútti hjá KÍF var Fríði Weyhe (myndin) við níggju málum.

 

Í høllini í Vestmanna vann VÍF stórsigur 43-25 á Neistanum. Í steðginum var VÍF á odda 16-10.

 

Filip Jojic var aftur stórskjútti hjá VÍF í dag. Hesaferð við 13 málum. Johannes Pólsson Kragesteen var toppskjútti hjá Neistanum við seks málum.

 

Í høllini á Skála vann H71 greiðan 37-28 sigur á StÍF. Í steðginum var H71 á odda 19-15.

 

Toppskjútti hjá StÍF var Kasper Sommer við 10 málum. Toppskjútti hjá H71 var Ísak Vedelsbøl við átta málum.

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF310980296
 KYNDIL38974155
 H7139478164
 KÍF410910814
 NEISTIN4107126-193
 TEAM KLAKSVÍK37689-132
 STÍF4109138-290

 

 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Team Klaksvík-KÍF 26-33 (11-16) : 

 

##med2##

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum VÍF-Neistin 43-25 (16-10) : 

 

##med3##

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum StÍF-H71 28-37 (15-19) :

 

##med4##