Burn: H71 flongdi Kyndil

H71 vann 17 máls stórsigur í høllini á Hálsi í kvøld

Tað var eingin ivi tá Kyndil tók móti H71 í Burn mansdeildini í kvøld. H71 var greitt omaná og vann stórsigur 36-19. Anders Risdal skoraði níggju mál fyri Kyndil í kvøld, men annars var ikki so nógv gott at skriva heim um.

 

Í fyrra hálvleiki var nakað frægari hjá heimaliðnum. H71 var á odda 15-9 í steðginum, men í seinna hálvleiki øktist munurin enn meira.

 

Kyndil er trý stig frá einum FM-hálvfinaluplássi, og nú hevur liðið spælt 12 av 18 dystum, so nakað má henda skjótt. 

 

Kyndil-H71 19-36 (9-15)

 

Málskjúttar Kyndil: Anders Risdal 9, Tróndur Wardum 3, Mads Lundkvist 2, Ovi Lützen 2, Jákup Jørgensen 1, Borgar Sveinsson 1, Suni Thomassen 1. 

 

Málskjúttar H71: Óli Mittún 6, Rókur Ziskason 5, Pætur Thomsen 5, Janus Dam Djurhuus 4, Pauli Mittún 4, John Skaalum Vilhelm 3, Niklas H. Hanusarson 3, Peter Krogh 2, Sakir T. Frýdal 2, Bogi Hansen 1, Rói E. á Skipagøtu 1. 

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71113472549318
 KÍF10260257314
 VÍF102812641710
 TEAM KLAKSVÍK11308322-149
 STÍF11308341-339
 NEISTIN926325948
 KYNDIL12283353-706