Ein dystur var leiktur í Burn Mansdeildini í kvøld.
Í høllin á Skála eydnaðist tað H71 at vinna 33-28 á StÍF. Í steðginum var H71 á odda 19-15.
Úrslitið merkir, at H71 nú er á odda í deildini við 24 stigum, og tí enda teir í ringasta føri á øðrum plássinum. Kyndil kann í mesta lagi fáa 23 stig, og tískil hevur H71 vunnið seg beinleiðis í FM-hálvfinalurnar.
Trúgvi Hávardsson var toppskjútti hjá StÍF við fimm málum. Sveinur Olafsson var toppskjútti hjá H71 við níggju málum.
Í morgin klokkan 16 spæla Team Klaksvík og KÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík.
HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum StÍF-H71 28-33 (15-19):
##med2##