Burn: H71 vann á Kyndli í Hoyvíkshøllini

Tveir dystir í Burn mansdeildini vera leiktir klokkan 19 í kvøld

Bara ein dystur er leiktur í Burn mansdeildini higartil í dag.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 28-25 á Kyndli. Í steðginum var støðan 15-13 til H71. Tá níggju minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 23-23, men í endaspurtinum var H71 omaná. 

 

Ísak Vedelsbøl var toppskjútti hjá H71 við sjey málum. William Skovsager skoraði meir enn helvtina av málinum hjá Kyndli. William Skovsager skoraði heili 13 mál. 

 

Klokkan 19 spæla KÍF og VÍF í høllini í Kollafirði, og somu klokkutíð spæla Team Klaksvík og StíF í Badmintonhøllini í Klaksvík. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71123703076318
 VÍF113652976818
 KYNDIL123313092214
 NEISTIN12316335-1912
 KÍF11287301-1410
 TEAM KLAKSVÍK11285357-725
 STÍF11297345-483