Burn: H71 vann greiðan sigur á KÍF

Hoyvíkingar eru nú næstfremst í Burn mansdeildini

Seinnapartin var ein dystur leiktur í Burn mansdeildini. 

 

Í Hoyvíkshøllini tók H71 móti KÍF.

 

Tað endaði við einum greiðum 30-22 sigri til hoyvíkingar. Í steðginum var H71 á odda 16-12.

 

Tá 24 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 11-11, men seinastu seks minuttirnar av fyrra hálvleiki skoraði H71 fimm ferðir, meðan kollfirðingar bert megnaðu at skjóta eitt mál hesar seks minuttirnar. 

 

Ísak Vedelsbøl var toppskjútti hjá H71 við átta málum. Boban Kakovski var toppskjútti hjá KÍF, somuleiðis við átta málum.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF72441954912
 H7182392063311
 KYNDIL7192176168
 NEISTIN7183206-236
 KÍF8205228-236
 TEAM KLAKSVÍK6168195-274
 STÍF7197222-253