Burn: Helgi skoraði sigursmálið hjá H71 í næstseinasta sekundinum

H71 vann tepran sigur á KÍF og StÍF vann greiðan sigur á Team Klaksvík í Burn mansdeildini

Tveir dystir vóru leiktir í Burn mansdeildini í dag.

 

Í Hoyvíkshøllini leikaði sera javnt á millum H71 og KÍF. H71 vann dystin 29-28. Helgi H. Hoydal skoraði sigursmálið hjá H71 í næstseinasta sekundinum.

 

Í steðginum var H71 á odda 17-13, men í seinna hálvleiki var spenningur í seinastu løtuna. H71 var á odda 28-26. KÍF javnaði til 28-28, men so skoraði Helgi H. Hoydal sigursmálið til 29-28.

 

Helgi Hildarson Hoydal var toppskjútti hjá H71 við sjey málum. Mikkel Vinther var toppskjútti hjá KÍF við seks málum.

 

Í høllini á Skála vann StÍF greiðan 34-26 sigur á Team Klaksvík. Í steðginum vóru strandingar á odda 18-15.

 

Pauli Rasmussen var toppskjútti hjá StíF við sjey málum. Beinir Johannesen var toppskjútti hjá Team Klaksvík við átta málum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum H71-KÍF 29-28 (17-13):

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum StÍF-Team Klaksvík 34-26 (18-15):

 

##med3##