Burn: Javnleikur millum KÍF og Neistan - Sigrar til VÍF og StÍF

Tony Weyhe javnaði fyri KÍF tá sjey sekund vóru eftir av dystinum móti Neistanum í Kollafirði

Savnsmynd

Tríggir dystir vóru leiktir í Burn mansdeildini í dag.

 

Í høllini í Kollafirði endaði tað við javnleiki 23-23 millum KÍF og Neistan. Tony Weyhe javnaði til 23-23 tá sjey sekund vóru eftir av dystinum.

 

Í steðginum var Neistin á odda 12-8. Neistin var eisini á odda 21-17 tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum, men við einum góðum endaspurti knógvaðuj kollfirðingar eitt stig.

 

Mikkel Vinther var toppskjútti hjá KÍF við seks málum. Lýðar í Dímun og Pauli Høj vóru toppskjúttar hjá Neistanum við fimm málum hvør.

 

Í høllini á Hálsi í Havn eydnaðist tað StÍF at vinna 29-25 á Kyndli. Í steðginum var StÍF á odda 14-13.

 

Tá 51 minuttir vóru leiktir var StÍF á odda 23-22. Tá megnaði StÍF at skora fýra mál á rað uttan, at Kyndil megnaði at svara aftur.

 

William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli við níggju málum. Toppskjúttar hjá StÍF við seks málum hvør vóru Pauli Rasmussen og Trúgvi Hávardsson.

 

Í Badmintonhøllini í Klaksvík vann VÍF stórsigur 39-22 á Team Klaksvík. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 17-7.

 

Mathias Lassen Samuelsen var toppskjútti hjá Team Klaksvík við fimm málum. Sjúrður Olsen var toppskjútti hjá VÍF við 12 málum.

 

HER eru dómaraseðlarnir hjá HSF frá teimum trimum dystunum í Burn mansdeildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Savnsmynd