Enn eru nógvir dystir eftir at leika í grundspælinum, men tað svitast ikki, at liðini í Norðurstreymoy, VÍF og KÍF eru góð boð uppá tey bæði liðini, ið fara beinleiðis til FM-hálvfinalurnar.
Í høllini á Hálsi í Havn vann VÍF 32-27 á Neistanum. Vestmenningar løgdu góðan botn í fyrra hálvleiki, og í steðginum var VÍF á odda 19-10.
Í høllini í Kollafirði vann KÍF 33-27 á StÍF. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 17-14.
Í Hoyvíkshøllini leiktu H71 og Team Klaksvík javnleik 27-27. Í steðginum var H71 á odda 11-9.
Tórmóður P. Djurhuus brendi brotskast fyri H71 beint undan leikloki, og so var bara annað stigið eftir í Hoyvík.
HER eru úrslitini, málskjúttarnir og støðan frá hsf.fo:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##