Burn mansdeildin: KÍF er nú fremst

Her eru úrslitini og málskjúttarnir frá dystunum í Burn mansdeildini

Tríggir dystir vóru leiktir í Burn mansdeildini í dag.

 

Í Kollafirði vann KÍF oddauppgerðini móti VÍF, og fór harvið framum VÍF á stigatalvuni.

 

KÍF vann 32-30. Í fyrra hálvleiki var KÍF á odda 15-12. Tá 46 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 22-22. Fimm minuttir seinni var KÍF á odda 26-22. Eftir tað var leiðslan hjá KÍF ongantíð minni enn tvey mál.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 ein tepran 34-32 sigur á StÍF. Í steðginum var H71 á odda 18-15.

 

Tá sjey minuttir vóru eftir var støðan javnleikur 29-29. Tríggjar minuttir seinni var H71 á odda 32-29, og so nærri enn tveimum málum komu strandingar ikki eftir tað.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin 34-29 á Kyndli. Kyndil var annars omaná í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Kyndil á odda 16-14.

 

Tá 42 minuttir vóru leiktir var Kyndil á odda 17-15. Men so skoraðu neistamenn átta mál á rað uttan, at Kyndil megnaði at svara aftur, og so var støðan 23-17 til Neistan. Kyndil megnaði at koma upp á 24-25, men so dróg Neistin aftur frá Kyndli, og løtu seinni var støðan 31-25 til Neistan. 

 

##med2##

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum KÍF-VÍF 32-30 (15-12) :

 

##med3##

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum H71-StÍF 34-32 (18-15) :

 

##med4##

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum Neistin-Kyndil 34-29 (14-16) :

 

##med5##