Burn: Neistin knógvaði ein javnleik í seinastu sekundunum

Tað endaði við javnleiki 25-25 millum Neistan og Team Klaksvík í høllini á Hálsi í Havn

Ein dystur var leiktur í Burn mansdeildini í kvøld.

 

Neistin tók móti Team Klaksvík í høllini á Hálsi í Havn.

 

Dysturin endaði við javnleiki 25-25. Marius Johansen javnaði til 25-25 heilt móti dystarenda og bjargaði heimaliðnum eitt stig.

 

Í steðginum var Neistin á odda 12-11. Tá sjey minuttir vóru eftir at leika var Neistin á odda 24-21. Tað eydnaðist klaksvíkingum at koma framum 25-24, men heilt móti dystarenda megnaði Neistin at javna til 25-25.

 

Toppskjútti hjá Neistanum var Philip Harper Müller við sjey málum. Brian Slynde var toppskjútti hjá Team Klaksvík við níggju málum. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF72441954912
 H7182392063311
 KYNDIL82202002010
 NEISTIN8208231-237
 KÍF8205228-236
 TEAM KLAKSVÍK7193220-275
 STÍF8221250-293