Burn: Neistin vann greitt á H71 í 1. FM-hálvfinaluni

Neistin koppaði H71 við einum rimmar endaspurti

Tróndur J. Kragesteen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við níggju málum (Savnsmynd)

1. FM-hálvfinalan í Burn mansdeildini, har spælt verður best av trimum var spæld millum Neistan og H71 í kvøld.

 

Neistin vann ein greiðan 28-21 sigur aftaná hálvleiksstøðuna 11-8 til Neistan.

 

Tá færri enn 14 minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 17-17. Neistin kom framum 19-17, og slepti ikki leiðsluni, men økti seinastu løtuna.

 

Neistin er sostatt á odda 1-0 í uppgerðunum. Liðini hittast aftur í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið klokkan 18. Vinnur Neistin tann dystin eru neistamenn í FM-finalunum.

 

Vinnur H71 verður ein triðja og avgerandi FM-hálvfinala í Hoyvíkshøllini, hóskvøldið 20. apríl. 

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá 1. FM-hálvfinaluni: 

##med2##

 

Tróndur J. Kragesteen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við níggju málum (Savnsmynd)