Armgarð av Regni gjørdist vinnarin av Burn Showdown fyri kvinnur, og hevur hervið vunnið heitið sum Føroya Sterkasta kvinna á Burn Showdown 2018.
Hetta er aðruferð Armgarð av Regni luttekur í Burn Showdown, í fjør var hon á øðrum plássi og meldaði seg við aftur í ár við tí fyri eyga, at blíva nummar eitt. Armgarð av Regni byrjaði at venja Burn Classic í 2016, hon hevur vant í tvey ár, og er nú Føroya sterkasta kvinna.
- Eg eri ótrúliga nøgd við úrslitið, sigur Armgarð av Regni, eg kláraði at seta eitt persónligt met í kvøld við at lyfta 167.5 kg í deadlift. Mítt mál er at lyfta 180 kg, so eg gevist ikki at venja fyrenn eg klári tað, sigur Armgarð av Regni.
Kappingin millum tær trýggjar kvinnurnar var ógvuliga hørð, og lógu tær tætt við stigum allan vegin til endan.
- Kappingin var hørð, hinar báðar vóru ótrúliga raskar. Jóna hevur eisini gjørt ótrúlig framstig frá í fjør av, so hetta var ikki einki, sigur Armgarð av Regni.