Burn Showdown fær altjóða góðkenning

- Eitt frambrotið innan fitness ítróttin í Føroyum, sigur Jákup Súni Berg

Burn Showdown 2018 er eitt tiltak, sum av álvara er við at fáa altjóða góðkenning. Longu nú er greitt, at fitness-luttakarar koma frá Danmark, Íslandi, Svøríki, Noreg, Finnlandi, Bretlandi, USA, Kuweit, Dubai og Iran. Vinningarnir telja eitt atgongumerki til Olympia í Bikini-fitness, og átta atgongumerki til IFBB Pro Qualifier.

 

(Brot úr grein í Sosialinum mikudagin 22. august 2018)

 

- Eg tori at siga, uttan at taka munnin ov fullan, at hetta er nógv tað størsta frambrotið innan fitness ítróttin í Føroyum nakrantíð. Vit kappast beinleiðis við heimsmarknaðin við hesari góðkenningini vit hava fingið, sigur Jákup Súni Berg, høvðusfyriskipari av Burn Showdown tiltakinum.

 

IFBB Pro Qualifier

Burn Showdown hevur fingið átta sokallaði ”Pro Cards”. - Pro Qualifier liggur eitt sindur í orðinum sjálvum. Vit hava átta bólkar, har kappast verður um at vinna eitt ”Pro Card”. Tað merkir, at hesir íðkarir verða professionellir íðkarir. Tí er hetta ein stór drívmegi hjá útlenskum íðkarum, at koma til Føroya at kappast, sigur Jákup Súni Berg.

 

Hann leggur afturat, at tilmeldingar eru longu komar úr londum sum Danmark, Íslandi, Svøríki, Noreg, Finnlandi, Bretlandi, USA, Kuweit, Dubai og Iran. Hjá kvinnum verður kappast í Womens Fitness, Bikini, Figure, Womens Physique og Womens Bodybuilding. Hjá monnum verður kappast í Men´s Physique, Classic Physique og Bodybuilding.

 

IFBB Olympia Qualifier

Í Olympia Qualifier er ein bólkur. Tað er í Bikini-flokkinum, sum er hjá kvinnum. Her hava longu fimm kvinnur meldað til, sum allar hava eitt Pro Card. - Vit vóna og vænta, at umleið 10 til 12 professionellar kvinnur standa á senuni til Burn Showdown í novembur, sigur Jákup Súni Berg.

 

Vinningurin er eitt atgongumerki til Olympia-pallin, sum innan fitness verður roknað sum tað besta av tí besta, heldur fyriskiparin fyri.

 

- Um vit taka fótbóltin sum dømi, so er hetta Champions League. Hetta er tann kappingin, sum øll vilja vinna. Hesin felagsskapurin telur 85 prosent av fitnessheiminum. So tann, sum vinnur seg til Olympia, kemur í "Champions League" innan fitnesskappingar at kappast, sigur Jákup Súni Berg.

 

Størri enn seinast

Burn Showdown verður meiri umfatandi í ár. Tiltakið var á fyrsta sinni í fjør. Væntandi verða fleiri kappingarar og fleiri luttakarar til tiltakið hesaferð. Hartil kemur tað væl við, at Høllin á Hálsi nú er útbygd. Tað merkir, at tð verður lættari at avgreiða kappingarnar, tí pallarnir ikki skulu skiftast hvørja ferð. Burn Showdown 2018 verður 16. og 17. novembur í høllini á Hálsi.