Burn: StÍF vann stórsigur á Neistanum

StÍF vann sín fyrsta sigur hetta kappingarárið ígjár

Ígjár var ein dystur leiktur í Burn Mansdeildini.

 

StÍF vann á heimavølli í høllini á Skála stórsigur 39-28 á Neistanum. Í steðginum var StÍF á odda 20-12.

 

StÍF legði seg á odda 5-0, og tað nærmasta Neistin kom var við støðuna 6-4 og 7-5. Eftir tað dróg StÍF frá Neistanum.

 

Bjarni í Selvindi (myndin) var toppskjútti hjá StÍF við sjey málum. Toppskjútti hjá Neistanum var Hanus Árason við sjey málum.

 

Talan er um fyrsta sigurin hjá StÍF hetta kappingarárið.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##

 

STØÐAN: 

 

##med3##