Tríggir dystir eru leiktir í Burn mansdeildini í dag. Í tí eina førinum gjørdist talan um ein spennandi dyst. Í tveimum førum var talan um stórsigrar.
Í høllini í Vestmanna vann StÍF 31-29 á VÍF. Í steðginum vóru strandingar eisini frammanfyri við tveimum málum, 16-14.
Tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum var VÍF á odda 29-28. Men seinastu tveir minuttirnar skoraði StÍF tríggjar ferðir uttan, at vestmenningar megnaðu at svara aftur.
Fríði Holm í Innistovu var við átta málum toppskjútti hjá VÍF. Pætur Ó. Barclay var við seks málum toppskjútti hjá StÍF.
Í høllini í Kollafirði vann H71 stórsigur 41-25 á KÍF. Hoyvíkingar vóru flúgvandi í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru teir frammanfyri við 13 málum, 25-12.
Emil Nielsen var toppskjútti hjá KÍF, og Jákup Egholm var toppskjútti hjá H71, báðir við átta málum.
Í høllin á Hálsi í Havn vann Kyndil ein knúsandi 40-18 stórsigur á Team Klaksvík. Eisini í hesum dystinum var alt leyst og liðugt í steðginum. Tá var Kyndil á odda 24-8.
Ovi Lützen var við átta málum toppskjútti hjá Kyndli. Beinir Johannesen og Jónas Sólsker vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá Team Klaksvík.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, umframt støðuna:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##















