Burn: Team Klaksvík-VÍF verður ikki spældur fyrrenn í januar

Dysturin millum Team Klaksvík og VÍF var avlýstur vegna vánaligt veður.

Fyrr í kvøld gjørdist tað greitt, at dysturin millum Team Klaksvík og VÍF í Burn mansdeildini í Badmintonhøllini var avlýstur vegna vánaliga veðrið sum er í kvøld.

 

Tað var ikki hugsingur um hjá vestmenningum at koyra til Klaksvíkar í kvøld.

 

Jólini stunda til, og umboð fyri Team Klaksvík sigur við in.fo, at tí verður útsetti dysturin ikki leiktur fyrrenn í januar.

 

VÍF er fremst í Burn mansdeildini við 15 stigum. Team Klaksvík er nummar fýra við níggju stigum.