Neyðugt er við enn einari FM-hálvfinalu millum VÍF og KÍF í Burn mansdeildini komandi hóskvøld klokkan 19.30.
VÍF vann í dag stórsigur 30-17 á KÍF í aðru FM-hálvfinaluni, ið var leikt í høllini í Vestmanna. Í steðginum var VÍF á odda 15-8.
Filip Jojic (myndin) og Óla Jákup Gaard Olsen vóru toppskjúttar hjá VÍF við fimm málum hvør. Toppskjútti hjá KÍF við fýra málum var Bárður Dam.
KÍF vann farna hóskvøld 33-24 á VÍF í høllini í Kollafirði, og tí er støðan javnleikur 1-1 í tí samlaðu uppgerðini.
Klokkan 19 byrjar 2. FM-hálvfinalan millum H71 og Kyndil í Hoyvíkshøllini. Farna hóskvøld vann H71 31-26 á Kyndli í 1. FM hálvfinaluni.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá 2. FM-hálvfinaluni í Vestmanna:
##med2##