Hvat er sum at fara í biograf til ein góðan film, ikki so nógv!!..
Tá vit meira tilkomnu endliga hava tikið okkum saman, fingið hendur á barnagentu og annars lagt alt til rættis, so at vit eina løtu kunnu gloyma dagsins strev og frítt kunnu reisa inn í ævintýrheimin, full-fermd við flógvum popkorni í føvningnum fyri síðani at skora afturpartin niður í teir reyðu fjálgu stólarnar í Havnar bio, so er alt nærum fullkomið. Ella er tað nú tað? Eitt sum irreterar markleyst, er at mitt undir filminum (oftani mitt í sjálvum klimaksnum í filminum) verur tú nærum skraddur upp við rót. Filmurin verður sløktur, ljósið verur tendra, hurðarnar lætnar upp á viðan veg og fólk í hópatalið fara at røra uppá seg. Fleiri fara niður undir at keypa, onnur strekkja sær beinini, meðan tey seinastu, ið ikki hava bindindi til at sita, stilla seg í hurðina at roykja, so at restin er um at kvælast í royki.
Altso álvaratos, er tað ikki uppá tíðina at betra um hesu viðurskiftir, so at vit seriøsu biograf gangarar, sum ynskja at fáa eitt gott filmsupplivilsi kunnu fáa nakað fyri tær krónurnar, sum tað eftirhondini kostar at ganga í biograf.
Sjálv eri eg javnan í biograf tá er eri uttanlanda, har er tað altíð filmurin, ið er settur í hásati. Slíkt rumisterelsi við keypi og royking, sum hesi upplivir ein ikki uttanlanda, uttan so at talan kanska er um ein langfilm (3 tímar) og tá er tað sjálvandi heilt nakað annað.
Nú skal eg ikki bara skjóta við skørpum eftir tykkum í Havnar bio. Tit eiga rós uppiborið fyri at verða rættliga skjótir við tí síðsta nýggja og áhugaverda innan filmsheimin. Tit hava javnan frumframførðslur ájavnt við aðrar biografar úti í heimi og tað haldi eg er flott fyri ein so lítlan biograf, sum Havnar bio. Men gott í tykkum, gloymi nú ikki endamálið hjá teimum flestu, ið ynskja at fáa eitt gott biograf upplivilsi. Latið vera við at kíla steðgir inn í ein film, tað tænir ongum endamáli, tí tey flestu ogna sær kortini skúmbananir og gummibamsirinar áðrenn filmurin byrjar. Og tey fáu, sum vóru sein at keypa inn til hátíðarløtuna, klára uttan iva at halda sær í hálvan annan tíma, ella tað sum ein stuttfilmur varar.