Burtur við brotssparkskapping

Seinasta leygardag tapti Bayern München finaluna í Champions League ímóti Chelsea upp á brotssparkskapping, tí tað stóð á jøvnum aftan á longda leiktíð.

 

Men nú skal reglan um brotssparkskapping takast burtur úr fótbóltslógunum. Tað heldur í hvussu er forsetin í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, Sepp Blatter.

 

Fótbóltur kann vera ein vanlukka, tá tað skal avgerast við brotssparkskapping. Fótbóltur er eitt liðspæl, men hetta hvørvur, tá tað er maður ímóti manni, sigur FIFA-forsetin.

 

Hann vil hava Franz Beckenbauer at standa á odda fyri einum serfrøðingabólki, sum skal finna eina aðra loysn, tá dystir, sum skulu avgerast, enda javnir.