Tað vit vilja við broytingini í rúsdrekkalógini er at taka burtur tann missmun, sum í dag verður gjørdur millum útlendskar fyritøkur og føroyskar fyritøkur, og at geva bryggjarívinnuni møguleika at mennast í egnum landi.
Tú kanst í dag fara og keypa tær eina fløsku av Cognac úr Fraklandi, Sherry úr Jerez í Andalusia, reyðvín av víngóðsi í Australiu, snaps framleiddan í Ålborg, Vodka úr Finnlandi, skotskt visky – ja, úrvalið á hillunum er stórt av vørum frá øllum heimsherðashornum. Men í Klaksvík liggur eitt bryggjarí, sum ikki sleppur at bryggja nakað, sum er sterkari enn 5,8%.
Vit innflyta stórar mongdir av rúsdrekka sum hevur úr nøkrum fáum upp í 60 rúmprosent alkohol, og vit loyva sølu av hesum gjøgnum einkarsølur kring landið. Vit diskriminera okkara egnu vinnu, tá vit loyva innflutningi av vørum, sum vit nokta okkara egnu vinnu at framleiða.
Í løtuni er tað fyrst og fremst ølbryggjarívinnan ið er veingjaskerd og ikki hevur møguleika at mennast, sum hon ynskir. Bert eitt bryggjarí í landinum er eftir. Eingin ivi eru um, at galdandi rúsdrekkalóg stikar hesa fyritøku inni, og skerjir hennara møguleikar at vaksa - bæði á heimamarknaðinum og á útlendskum marknaðum.
Ójavni í mun til Hoyvíkssáttmálan
Fyri at javnseta føroysk, íslendsk og onnur útlendsk bryggjarí eigur rúsdrekkalógin at verða broytt soleiðis, at til ber hjá føroyskum bryggjaríum at bryggja og útflyta øl, sum er sterkari enn 5,8 %.
Hoyvíkssáttmálin letur upp fyri kapping, og meginreglan er, at somu kappingartreytir skulu galda fyri føroysk og íslendsk feløg. Íslendsk bryggjarí kunnu framleiða og selja á íslendska marknaðinum og útflyta til onnur lond alskyns øl og brennivín. (Íslendsk bryggjarí kunnu tó ikki innflyta sterkt øl til Føroya). Vegna avmarkingarnar fyri framleiðslu eru møguleikarnir hjá føroysku bryggjarívinnini at kappast á marknaðum uttan fyri Føroyar sera avmarkaðir.
Hetta er ikki einans óheppið fyri bryggjarívinnuna, men missa vit sum land eisini møguleikan at gera vart við okkum við einari vøru, sum vit kundu nýtt at branda land okkara við.
Føroya Bjór, stolta bryggjaríið í Klaksvík, hevur í 120 ár fingist við handverkið at bryggja øl. Bryggjaríið hevur sum kunnugt vunnið fleiri kappingar uttanlands fyri gott øl, og smæðist á ongan hátt burturímillum. Sjálvandi átti fyritøkan at havt allar møguleikar til at bjóða sína vøru fram og at luttikið til átøk í Evropa, og øðrum londum við – undir somu treytum sum bryggjaríini Klaksvíks-fyritøkan kappast við. Men, tað kann hon bara so leingi talan er um øl veikari enn 5,8 %. Og trupulleikin er, at treytin fyri at luttaka í fleiri av kappingunum oftani er, at ølið skal hava eitt rúmprosent, sum liggur nakað hægri – til dømis 6,5%.
Tað er eyðsæð, at tað at vinna eina kapping um besta ølið, hevur sera stóran marknaðarføringstýdning. At møguleikarnir hjá føroyskum bryggjaríum at bryggja sama øl, sum verður bryggjað aðrastaðni, skerjir heilt einfalt teirra møguleika at vaksa um sín marknaðarpart.
Øl partur av gourmetvinnu
Øl er seinastu árini komið nógv í fokus sum týðandi partur av einari matvinnu, sum byggir á dygdargóðar rávørur. Hetta er ein vaksandi vinna í londunum kring okkum, og øl verður nógv nýtt afturvið einum góðum bita á matstovunum.
Omanfyrinevnda bryggjarí hevur eisini slóðbrótandi ætlanir í mun til at bryggja serstakt øl, har føroysk rávøra verður nýtt – til dømis hvonn, tari og rabarbur. Øl til kræsnar gómar er ein nissjuvinna, har vit kunnu gera okkum galdandi.
Sterkari løgir
Í løtuni er einki bryggjarí, sum bryggjar aðrar vørur enn øl. Men, havandi í huga, at loyvt er at innflyta og selja vín, heitvín og brennivín, eigur hetta eisini at verða loyvt at framleiða í Føroyum. Strangar treytir skulu sjálvandi setast til góðkenning av framleiðsluvirkjum og umstøður at bryggja sterkt.
Eingin ivi er um, at eisini her er ein marknaður – ikki minst um vit hugsa um ferðavinnuna og teir mongu útlendsku gestirnar, ið vitja oyggjarnar.
Hvat hevði verið meira natúrligt enn at til bar hjá ferðamanninum at hava eina fløsku av hvonnsnapsi, rabarbuheitvíni ella visky, framleitt úr reina føroyska vatninum, við sær heimaftur av vitjanini.
Kjarnan í hesum máli er, at tað má vera samanhangur ímillum tær vørur, ið vit loyva at innflyta og selja, og tað, sum til ber at framleiða í Føroyum.