Burtur við málpávunum

Løgtingsmaðurin og lærarin, Dan Petersen, heldur, at vit eiga at gera føroyska skriftmálið einfaldari og sleppa okkum av við sjálvtilnevndu málpávarnar

? Vit skulu gera føroyskt einfaldari fyri vanliga borgaran. Føroyska mállæran er óneyðuga torfør, og nógv eru tey, ið aldri koma so langt, at tey læra hana.

Dan Petersen, sum hevur sæti á landsins hægsta stað samstundis, sum hann er lærari, hevur sínar heilt greiðu meiningar um føroyska málið og føroyskan málburð. Hann heldur, at vit eiga at gera okkum greitt, um vit skulu hava eitt føroyskt mál, vit kunnu brúka at gera okkara hugsanir greiðar við, ella um vit skulu hava knortlut mál, ið skal standa sum grundarlag fyri okkara tjóðskaparliga samleika.


Geva fólki undirlutakenslur

? Føroysku málhirðarnir hava eitt ynskimál, ið teir royna at skapa gróðrarbotn fyri við at geva fólki undirlutakenslur. Teir vísa jú alla tíðina á málsligar skeivleikar hjá fólki.

Dan Petersen heldur ikki, at tað er lætt at siga, at lærarar ikki duga føroyskt, og at tað tískil er so illa stætt við føroyska málinum í skúlunum. Tvørturímóti heldur lærarin og løgtingslimurin, at tað er málinum, tað er galið við.

? Ógvuliga langt er millum tað talaða føroyska málið og føroyska skriftmálið. Tí er tað so ógvuliga torført hjá næmingum at læra at skriva rætt føroyskt.

Dan Petersen vísir á, at talan er um nakrir fáir næmingar, ið læra føroysku mállæruna, og eru tað hesir, ið duga at skriva føroyskt. Restin lærir tað ikki, tí tað er so torført.


Japanska fyrimyndin

? Eg haldi, at vit áttu at gjørt sum japanar. Fyrr hevði Japan eitt kinverkst stavrað við yvir 900 teknum, og gjørdi hetta, at fáir japanar dugdu at skriva rætt. Men Japanar gjørdu stavraðið einfaldari og fingu talið av teknum niður um tey fimti. Tá bar til, tí tá fall talið av villum ógvusliga.

Dan Petersen heldur, at vit áttu at tikið við teimum broytingunum av føroysku stavsetingini, sum Eivindur Veihe hevur mælt til. Hann er sannførdur um, at gjørdu vit hetta, so hvurvu 60 prosent av villunum í føroyskari stavseting.