Burturblivin kom aftur í øllum góðum

Ein 47 ára gamal maður varð fríggjadagin eftirlýstur. Hann var farin frá húsum týsmorgunin og hevði sagt, at hann kom heimaftur í seinasta lagi fríggjadagin. Stór leiting var sett í verk í vánaligum líkindum, men sunnumorgunin kom maðurin aftur í aftur í øllum góðum

Fríggjakvøldið var ein 47 ára gamal maður eftirlýstur í Suðuroynni. Hann var farin av Tvøroyri týsmorgunin við tí fyri eygað at tjalda nakrar dagar í Hvannhaga og Vatnsdali. Tá hann fór heimanífrá segði hann, at hann kom aftur hósdagin ella í seinasta lagi fríggjadagin.
? Maðurin hevði tjald, soviposa og útgerð annars við sær, men tá hann ikki var komin aftur fríggjakvøldið gjørdust tey avvarðandi bangin um hann. Men av tí, at tað var so seint á kvøldi gjørdu vit av at bíða við leitingini til í lýsing leygarmorgunin, greiðir Jaspur Vang, virkandi sýslumaður í Suðuroynni frá.
? Suðuroyar norðara bjargingarfelag og nógvir sjálvbodnir menn tóku lut í leitingini, sum fór í gongd leygarmorgunin klokkan 4. Talan var um eini 50 mans, og leitað var bæði á landi og sjógvi, umframt, at tyrlan og politihundurin eisini vóru við.

Ring líkindi

Bátur fór av Hvallba og leitaði á eystaru síðuni á oynni út fyri Hvannhaga. Staðkendir menn fóru bæði úr Hvalba og av Tvøroyri, men líkindini til at leita vóru ógvuliga vánalig. Stormur var á fjøllunum, og ælini vóru ógvuslig.
? Leitað varð allan seinnapartin, men leygardagin sluppu vit ikki til tvey øki. Annað omanfyri tunnilin og hitt á vestursíðuni, har tað var ógvuliga turbulent og nógvur mjørki. Vit gjørdu so av at steðga leitingini og lata menn hvíla, og leggja aftur til brots sunnumorgunin, sigur sýslumaðurin.
Byrjað varð aftur sunnumorgunin, og fóru tá umleið 80 sjálvmodnir mans frá húsum. Økið varð tá eisini víðkað til hagarnar í Froðba, so nú varð leitað bæði í hagunum í Hvalba, Froðba og Trongisvági.
? Klokkan 10.55 sunnumorgunin fingu vit eina fráboðan um, at ein bilur hevði tikið ein mann uppí, sum var staddur við tunnilsmunnan Trongisvágsmegin. Hann segði seg vera persónin leitað varð eftir, og hevði biðið um at verða koyrdur heim til skyldfólk á Tvøroyri. Vit ringdu til teirra, og fingu staðfest við vissu, at tað var hann, sum var komin heimaftur í øllum góðum, greiðir Jaspur Vang frá.
Politiið hevði mánamorgunin framvegis ikki tosað við mannin sjálvan, men eftir tí, sum teir høvdu fingið upplýst, so ætlaði maðurin sær úr Hvannhaga til Hvalbiar, men av tí, at mjørkin var so tjúkkur, og hann ikki er staðkendur, so setti hann tjaldið uppaftur og steðgaði til mjørkin lætti eitt sindur. Maðurin hevur ikki etið í tveir dagar, men hevði tað eftir umstøðunum gott.
? Ein risaleiting varð sett í verk, men tá tað er menniskjalív, sum stendur uppá spæl, so er tað ikki ov nógv. Eitt risastórt leitingararbeiði er gjørt av sjálvbodnum, og tað hevur heldur ikki verið heilt vandaleyst at leita undir slíkum umstøðum, sigur Jaspur Vang.
Tá greitt var, at maðurin var afturkomin í øllum góðum, varð leitingin avblást, og manntal varð hildið, so ongin gekk og leitaði eftir í mjørkanum sunnudagin.
Eitt brúdleyp skuldi vera leygarkvøldið, men tað var avlýst tí maðurin var burtur. Men tað varð hildið í øllum góðum sunnukvøldið ístaðin fyri.