Pápi Chelsea leikaran, John Obi Mikel, er komin aftur í øllum góðum, eftir at hann var burturfluttur fyri tíggju døgum síðani.
Michael Obi, sum pápin eitur, kom ongantíð heim frá arbeiði fríggjadagin fyri hálvaraðru viku síðan. Tað gjørdist skjótt greitt, at hann var burturfluttur. Hóast tað, so valdi miðvallarin úr Nigeria at spæla við Chelsea tað vikuskiftið.
Løgreglan í Nigeria hevur handtikið fimm mans, sum eru undir illgruna fyri at hava burturflutt Michael Obi.
Michel Obi er oddamaður í eini fluttnings fyritøku í heimlandinum Nigeria.