Norska løgreglan heldur seg hava tikið teir báðar menninar, sum burturfluttu tvær smágentur í Brandbu fyrrapartin. Menninir, sum eru í 30'árunum og av útlendskum uppruna, vóru í einum bili við svenskum nummarplátum, tá løgreglan steðgaði teimum og tók teir.
Hinvegin veit løgreglan ikki, hvar tær báðar genturnar eru, men løgreglan heldur, at tær blivu koyrdar í ein annan bil. Løgreglan sóknast í hesum sambandi eftir pápanum at gentunum, og eftirlit er í øllum floghavnum og við øll marknalið á markinum til Svøríkis.
Tær burturfluttu genturnar eru eitt og trý ára gamlar.