ISWA er ein millumtjóða felagsskapur, sum virkar fyri burðardyggari viðgerð av burturkasti. Limirnir eru felagsskapir, stovnar og einstaklingar í 34 londum, tey flestu í Evropa. ISWA skipar fyri árligum fundum um ymisk evni. Hesaferð var fundurin í Keypmannahavn í vikuni undan stóru ráðstevnuni um veðurlagsbroytingar, COP15.
Til fundin hevði felagsskapurin gjørt eina hvítbók um burturkast og veðurlagsbroytingar, umframt ein samandrátt av hesum til COP15.
IRF var á fundinum í Keypmannahavn. Niðanfyri eru brot úr samandráttinum til COP15.
1. Burturkast serligan týdning
Viðgerð av burturkasti hevur eina serliga støðu at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum (VHG). Ímeðan lond og ídnaður kring heimin royna at kanna teirra kolvetnisslóð, er viðgerð av burturkasti ein møguleiki at minka um CO2 - nøgdina, sum ikki er heilt gagnnýttur.
Sum dømi um týdningin kann nevnast, at í teimum 15 fyrstu ES-londunum kann viðgerð av ruski frá húskjum standa fyri upp til 18 % av minkingini av málunum fyri 2012. Viðgerð av ruski í Europa fer um stutta tíð at hava avlop í útlátið av VHG, so hvørt sum økt endurnýtsla av tilfari og endurnýtsla av orku fer at viga upp ímóti beinleiðis útláti.
2. Burðardyggar loysnir
Viðgerð av burturkasti sum vinna bjóðar eitt tyssi av royndum, nýtiligum og burðardyggum tekniskum loysnum, sum kunna vera við til at minka um nøgdina av VHG. Vera tær brúktar á hóskandi hátt í mun til skipanir og tørv á staðnum, kunnu tær hjálpa til at minka munandi um útlátið av VHG.
Talan kann vera um at fyribyrgja, at burturkast verður til, um at endurnýta og endurvinna tilfar, um at gagnnýta lívrunna tilfarið í víðari merking, um at endurnýta orku og um at tyrva soleiðis at gassið kann savnast og brúkast. Tað ræður um at brúka fleiri ára royndir og framkomna útgerð á hóskandi hátt á nýggjum støðum, í staðin fyri bert at flyta eina loysn beinleiðis frá einum øki til eitt annað.
3. Endurnýtsla og endurvinning
Tiltøk, sum hava til endamáls at fyribyrgja ella at minka um nøgdina av burturkasti, at endurnýta og endurvinna, vinna fram kring heimin, og hava vaksandi møguleika at minka um útlátið av VHG við at varðveita ráevni og kolvetnisorkukeldur (kol, olja og gass).
At fyribyrgja ella at hava so lítið av burturkasti sum gjørligt, kann minka munandi meira um útláti av VHG, enn tað sum kann sparast við at viðgera burturkast á framkomnan hátt.
Endurvinning av tilfari sum pappi, metalum og glasi kann avmarka nýtsluna av tilfeingi og orku.
4. Lívrunnið burturkast
Við at gera biogass og kompost burtur úr lívrunnum burturkasti, kann tað verða endurnýtt og broytt til tøð, og brúkt til at betra moldina. Hesar framferðir minka um útlátið av VHG við at goyma lívrunnið kolevni í moldini, við at betra eginleikarnar í moldini og at við at geva moldin føðsluevni.
Endurnýtsla av lívrunnum tilfari er serliga væl hóskandi, har mold og lívrunnið tilfar er tært burtur av tí at skógurin er burtur, av mannagongdum í landbúnaðinum, ella av broyttum veðurlagi.
5. Viðvarandi orka
Nógv viðvarandi orka fæst burturúr at viðgera burturkast á hóskandi hátt. Tað ber til at minka munandi um nýtsluna av kolvetnisbrenni og útláti av VHG við at brenna ella hitaviðgera burturkast, við at samla og nýta gass frá tyrvingarplássum og biogassverkum.
Meira enn 130 mió tons av burturkasti verða brend um árið, og framleiða tær meira enn 600 brennistøðirnar eina orkunøgd til brúkararnar, sum svarar til 24 mió. tons av olju.
6. Verkætlanir í menningarlondum
At fáa burðardygga tøkni at virka í menningarlondum, hevur avgerandi týdning til tess at minka um útlátið av VHG. CDM-skipanin (Clean Development Mechanism) í Kyoto protokollini hevur hjálpt væl til at komi munandi nærri hesum máli, men neyðugt at at betra um skipan og umsiting av CDM-skrásetingini.
Verkætlanir viðvíkjandi burturkasti umboða 18 % av skrásettu CDM verkætlanunum. Tær skrásettu verkætlanirnar fara væntandi at minka útlátið av VHG við 209 mió. tonsum av CO2-javnvirðum (ekvivalentum) í 2012.
Higartil hava flestu verkætlanirnar snúg seg um at brúka gass frá tyrvingarplássum. Tað eru stórir møguleikar í øðrum CDM verkætlanum innan endurvinning, kompostering, brenning og roting (biogass).
Við at flyta roynda tøkni, kunnu CDM verkætlanir hjálpa menningarlondum at fáa umhvørvisvinarliga viðgerð av burturkasti.
7. Lógir og reglur
Lógir og reglur kunnu hava stóra ávirkan á, hvussu skjótt útlátið av VHG minkar í einum landi.
Millum 1990 og 2007 hevur ES havt politikkir og skipanir, m.a. eina raðfesting av, hvussu burturkast helst skal viðgerast, sum hava havt til endamáls at minka um útláti av VHG. Lógarverkið hevur eisini havt mál fyri endurnýtlsu av pappi og mál fyri at fáa lívrunnið burturkast frá tyrvingarplássunum.
Í USA minkaði útlátið av methan frá tyrvingarplássum við 11 % frá 1990 til 2007 við at seta í verk fíggjarligar fyrimunir, lógir og reglur.
8. Mátingar og uppgerðir
Nágreiniligar mátingar og uppgerðir av útláti av VHG eru neyðugar, um tað kann vera gjørligt at seta og máta verulig mál fyri minking av útláti á øllum pøllum. Dagsins mannagongdir geva góðar mátingar av útláti av VHG, sum stava frá at viðgera burturkast, men tørvur er á at fáa betri og meira hóskandi lýsing av av tilfarsnýtslu og orkunýtslu í allari ringrásini.
Tað er neyðugt at menna mannagongdir, sum eru betri, sum samansjóa og eru gjøgnumskygdar, bæði fyri beinleiðis og óbeinleiðs útlát, sum stavar frá at viðgera burturkast, sum ískoyti til dagsins mannagongdir.
Neyðugt er við meira álítandi og samskipaðari innsavning av hagtølum at stuðla teimum betraðu mannagongdunum og at minka um óvissuna.