Tá sýslumaðurin á Svalbard og sjálvboðin fóru at leita í fjøruni har norðuri á Svalbard, funnu tey 155 rúmmetrar av burturkasti. Tal er upp í tíggju fullar lastbilar.
Per Andreassen, sum er løgreglumaður á Svalbard, sigur við norska kringvarpið, at tað mesta av burturkastinum er ymiskt, sum fiskiskip blaka í havið so sum trolstykkir, garnakúlur, plastikkassar og ymiskt annað, sum helst stavar frá fiskiskipum.
Løgreglumaðurin leggur afturat, at løgreglan tekur dálkingina í stórum álvara, tí yvirhøvur er talan um burturkast, sum heldur sær sera leingi úti í náttúruni.