Burturvístir úr skúlanum av órøttum

Verkfall: - Vit heita á skúlamyndugleikarnar um, at veita ta undirvísing okkara børn hava rætt til, siga foreldur hjá sjey børnum, sum orsakað av verkfallinum eru burturvíst úr skúlunum. Tey hava sent eitt opið bræv til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann og landsstýrismannin í Mentamálum, Bjørn Kalsø

Hesa síðstu tíðina hevur verið nógv at hoyra um, at næmingar í føroyska fólkaskúlanum ella í Skúlanum á Trøðni eru koyrdir til hús í óavmarkaða tíð, vegna verkfall hjá pedagogunum - summi fulla tíð og onnur niðursetta tíð.

Men nú tala fleiri foreldur at í hesum máli.

- Felags fyri okkum øll er, at vit foreldur fingu eina uppringing frá lærara ella skúlastjóra við boðum um burturvísing, siga foreldrini hjá hesum sjey børnunum, og vísa til løgtingslógina um fólkaskúlan.

Í einum broti í grein 40 verður millum annað sligið fast, at eitt og hvørt undirvísingarskyldugt barn hevur skyldu at ganga í fólkaskúlan, um tað ikki á annan hátt fær eina undirvísing, ið kann javnmetast við ta, sum vanliga verður kravd í fólkaskúlanum.

- Vísandi til hesar greinir í fólkaskúlalóguni, undrar tað okkum, at børnini eru burturvíst uttan annað undirvísingartilboð. Ja, vit síggja hetta sum eitt brot á omanfyrinevndu lóg, nú børn okkara eru burturvíst av órøttum, siga tey avgjørd.