Burturvísa russiskum starvsfólkum í Brüssel

- Starvsfólkini gjørdu uppgávur, sum ikki eru diplomatiskt arbeiði, men fregnartænastuvirksemi, sigur Jens Stoltenberg.

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, váttar, at verjusamgongan hevur burturvíst russiskum starvsfólkum á Nato-høvuðsborgini í Brüssel.

 

Týska blaðið Bild veit at siga, at hetta hevur verið gjørt seinastu mánaðirnar. Orsøkin er, at starvsfólkini eru undir illgruna fyri at hava njósnast fyri Russland.

- Vit hildu, at starvsfólkini gjørdu uppgávur, sum ikki eru diplomatiskt arbeiði, men fregnartænastuvirksemi, sigur Jens Stoltenberg við Bild.

 

Í Kreml í Russlandi hava tey fyribils ikki gjørt viðmerkingar til skuldsetingarnar um russiskt fregnartænastuvirksemi í Brüssel.