Bush og Kerry mugu bíða

Aftur hesaferð er tað ein einstakur statur, sum avger amerikanska forsetavalið. Seinast var tað Florida. Nú er tað Ohio. Men Bush er nær við

George W. Bush hevur næstan tryggjað sær fýra ár afturat í Hvítu Húsunum í Washington, men tað kunnu ganga fleiri dagar, áðrenn tað endaliga svarið frá veljarunum er greitt.
Orsøkin er at finna í statinum Ohio. Gjáramorgunin vildu tvær av teimum stóru sjónvarpsstøðunum vera við, at Bush hevði vunnið í Ohio, men hinar støðirnar søgdu tað vera so javnt ímillum tey bæði valevnini, at einki kundi sigast við vissu. Sambært CNN hevði Bush fingið 125.000 atkvøður fleiri enn John Kerry, men av tí at meiri enn 250.000 brævatkvøður ikki vóru taldar, bar ikki til at staðfesta nakað úrslit.
Og úrslitið kemur heldur ikki enn, tí myndugleikarnir í Ohio boðaðu í gjár frá, at tann endaliga upptelj-ingin verður ikki liðug fyrr enn um ellivu dagar. Demokratarnir hava samstundis gjørt greitt, at teir ætla sær at stríðast fyri hvørjari einastu atkvøðu í statinum.
? Hetta hevur verið ein long nátt. Í fyra ár hava vit bíðað eftir sigrinum, og vit eru til reiðar at bíða eftir úrslitinum. Vit fara at stríðast fyri hvørjari einastu atkvøðu, segði varaforsetaevnið hjá Kerry, John Edwards, í gjár.
Tað er tó ikki vist, at Bush, forseti, fer at bíða eftir úrsitinum í Ohio. Í gjár segði ein av talsmonnum hansara, at vísir tað seg, at forsetin hevur vunnið í statunum Nevada og New Mexico, fer hann væntandi at kunngera, at hann hevur vunnið valið. Men tá gongur hann út frá, at hann fer at vinna í Ohio, tá uppteljingin har er liðug.
Kann enda javnt
Undan fínteljingini í fleiri statum í gjár hevði George W. Bush vunnið í 27 statum og Kerry í 19. Bush hevði tryggjað sær 249 valmenn og Kerry 242. Vinnur Bush í Ohio, og vinnur Kerry endaliga í statunum Nevada, Wisconsin, Iowa og New Mexico, verður úrslitið 269-269.
Verður úrslitið javnleikur, skal Umboðsmannatingið velja forsetan, og har hava republikanararnir so mikið stóran meiriluta, at tað er eingin ivi um, at so heldur Bush fram, skrivar Reuter.
Tað er heldur eingin ivi um, at fleiri amerikanarar hava valt Bush enn Kerry. Sambært fyribilstølunum í gjár hevði forsetin fingið næstan fýra milliónir fleiri atkvøður enn avbjóðarin.
43 greið úrslit
Sambært CNN er eingin ivi um úrslitið í 43 statum. Bush hevur vunnið í Alaska, Colorado, Arizona, Florida, Louisiana, Mississippi, Kansas, Indiana, Georgia, Kentucky, West Virginia, Tennessee, Alabama, Oklahoma, South Carolina, North Carolina, Virginia, Nebraska, North Dakota, South Dakota, Texas, Wyoming, Utah, Arkansas, Missouri, Mon-tana og Idaho.
Kerry hevur vunnið í New Hampshire, Washington, Oregon, Maine, Vermont, Massachusetts, Connecticut, New Jersey, Delaware, Illinois, Rhode Island, Maryland, Pennsylvania, California, New York og District of Colombia (Waschington D.C.).