Bush í Russlandi

Í gjár skrivaðu forsetarnir í Russlandi og USA undir sáttmálan um at skerja talið á kjarnorkuløðingum munandi

Amerikanski forsetin, George W. Bush, og russiski starvsbróður hansara, Vladimir Putin, skrivaðu í gjár undir sáttmálan, sum skerjir talið á kjarnorkuløðingum hjá teimum báðum londunum munandi.
Sáttmálin fær tó ikki gildi, fyrr enn russiska Dumain og amerikanska Kongressin hava staðfest hann. Eygleiðarar vænta ikki, at Bush fær trupulleikar við at fáa sáttmálan staðfestan í Washington, tí demokratiska andstøðan tekur undir við honum. Eygleiðarar í Moskva vænta heldur ikki, at tað verður trupult hjá Putin at fáa undirtøku fyri sáttmálanum, men hinvegin er eingin ivi um, at atfinningarnar verða fleiri, tá sáttmálin skal viðgerast í Dumaini.
Vesturlendskir diplomatar í Moskva siga, at nógvir leiðandi menn í russisku herleiðsluni eru alt annað enn fegnir um politikkin hjá Putin. Tað sama er galdandi fyri nógvar eldri embætismenn. Diplomatarnir siga, at fleiri av hesum halda, at Putin hevur latið meiri, enn hann hevur fingið.
Tað er heldur einki at ivast í, at Putin setur sína politisku lagnu í váða. Sjálvur vónar hann, at tað økta samstarvið við Vesturheimin fer at økja samhandilin millum Russland, Vesturevropa og USA, og at hetta kann koma tí russiska búskapinum til góðar og á tann háttsannføra russiska fólkið um, at politikkur hansara er tann rætti.
Vesturlendsku diplomatarnir halda ikki, at Putin nýtist at stúra. Teir vísa á, at bæði vesturevropearar og amerikanarar eru meiri enn hugaðir fyri at økja samstarvið við russar, og at politikkurin hjá Putin skal eydnast.