Bush sáðar split

Demokratarnir í USA eru í øðini,

tí George W. Bush, forseti vil vera við, at teir eru ikki so tjóðskaparliga sinnaðir sum hansara egnu republikanarar, tí teir ivast í ætlan hansara at leypa á Irak.
Forsetin fanst herfyri at Senatinum og legði tað undir at draga tíðina út. Hann nevndi ikki demokratarnar beinleiðis, men tá demokratarnir hava meirilutan í Senatinum, er eingin ivi um, hvat hann meinti.
Atfinningin fekk í gjár demokratiska leiðaran Tom Daschle at geva ilt av sær. Hann fanst at forsetanum, tí hann rekur partapolitikk í einum so týðandi máli. Daschle segði, at forsetin átti at biðið Senatið og amerikanska fólkið um umbering.
? Forsetin eigur at hava virðing fyri teimum, sum hava eina aðra hugsan enn hann sjálvur, segði demokratiski leiðarin.