Bush, toleransa og virði

Rúni Rasmussen
B.S.S.c. í stjórnmálafrøði,
MA-lesandi í søgu og mentanarfrøði
????????????
USA snaraði til høgru
Valdystirnir millum John Kerry og George W. Bush vóru mangan harðir. Demokratarnir royndu at koppa sitandi forseta. Stórur partur av heiminum, og kanska serliga stórur partur av evropeararum, ynskti sær annan forseta. Men tað eru jú ikki evropeiskir ella aðrir veljarar, sum skulu velja amerikanskan. Avgerðin liggur hjá fólkinum í máttmiklastu tjóð í heiminum.
Amerikanski veljarin hevur talað. George W. Bush gjørdist sigurharri á valinum 2. november. Fólkið valdi ein sterkan, avgjørdan, fólksligan og dugnaligan mann at leiða tjóðina tey komandi fýra árini. George W. Bush vann ein greiðan sigur á demokratiska valevninum John Kerry. Bush fekk 282 val-menn og Kerry fekk 252 valmenn. Tað valevni, sum fær 270 valmenn, vinnur forsetavalið. Bush fekk 3,5 mió. fleiri atkvøður enn Kerry. Bush fekk 51 % av atkvøðunum og Kerry fekk 48 % av atkvøðunum. Bush fekk 8,7 mió. atkvøður fleiri hesuferð í mun til 2000.
Republikanararnir vunnu ikki bara forsetavalið; teir høvdu framgongd í Um-boðsmannatinginum og Senatinum. Sostatt eru bæði útinnandi valdið (forsetin) og lóggevandi valdið (Kongressin) undir republikanskum ræði. Valið var ein lemjandi ósigur hjá demokratunum, men ein óførur sigur fyri høgrakreftirnar. Sigurin gevur Bush góður umstøður og møguleikar at reka ein politikk, sum í stóran mun er grundaður á konservativ virði. Tað er púra greitt, at USA snaraði til høgru 2. november.
Anti-bushisma
Tað eru mong, sum ikki dáma George W. Bush. Tað hava tey sjálvandi rætt til. Men tað, sum er ræðandi, er ógrundaða og ósiviliser-aða haturið móti Bush. At finnast at Bush, siga ræðu-søgur um hann, háða og tala vanvirðisliga um hann, er næstan vorðið ein ser-støk ítróttargrein.
Ein fordómur er ein meining um ein persón ella bólk, sum er grundað á óvilja, uttan støði í veruleikanum. Fordómar móti Bush hava spjatt seg sum ein pest kring allan heim, serliga í Evropa. Ofta eru fordómarnir úrslit av eini heimsáskoðan, sum sigur, at Amerika er eitt sjálvrætt-víst og stolt land, sum dám-ar væl at vera heimspoliti og fegið vísir sínar hern-aðarligu musklar. Ein slík heimsáskoðan er bæði barnslig og snævurskygd. Hon er grundað á vantandi vitan um Amerika og al-tjóða viðurskifti, og áskoðanin hevur tann veik-leika, at hon ikki sær veruleikan í einum størri samanhangi. Henda anti-amerikanisma er høpisleys og láturlig. Grundarlagið er fordómar, og ikki vit og skil og ein vilji til at skilja aðrar mentanir betur.
Hesi fólk, sum eru ímóti Bush og hata hann, hava onga orsøk at vera stolt av sínum áskoðanum. Henda Anti-bushisman sigur meir um bushhatararnar enn um Bush. Hesi eru um at drukna í sínum egnu for-dómum og sjálvrættvísi. Tey kunnu ikki skilja, hvussu ein kristin, endurføddur, konservativur og høgravendur maður kann sita í heimsins mátt-miklasta embæti. Teirra sjónar-ringur er so smalur, at hetta kunnu tey als ikki fata. Hetta sigur okkum greitt, at tað er ikki persónurin George W. Bush, ið teimum ikki dámar, men tey virði og politikk, sum hann stendur fyri.
Aloftast hava hesir bushhatararnir lítla og onga vitan um Bush og hansara persónligheit og avrik.
Ein rithøvundur sigur um lívið hjá Bush áðrenn 1984, at tað var "a study in failure". Hetta árið byrjaði hann at liva eitt málrættað lív. Tá var hann 38 ár.
Bush hjálpti pápa sínum at vinna forsetavalið í 1988. Hann gjørdist stjóri í baseballfelagnum Texas Rangers, og gjørdist hetta ein sólskinsøga undir hansara leiðslu. Í 1994 varð hann valdur til guvernør í statinum Texas. Bush varð aftur-valdur í 1998 við 68,6 % av atkvøðunum. Í 2000 vann hann forsetavalið.
Hesi avrik telja lítið og einki í hugaheiminum hjá einum bushhatara. Bush er jú ein býttlingur, sum ikki dugir at málbera seg.
Bush tók BA-prógv í søgu í 1968 frá Yale Fróðskaparsetrinum og MBA-prógv á Harvard Business School. Fyri ein bushhatara hevur hetta ongan týdning. Tað er jú greitt, at Bush er ikki serliga intelligentur. Virðing og toleransa fyri Bush og teimum virðum, ið hann stendur fyri, er ikki pláss fyri hjá einum sonn-um bushhatara.
Evropeisk toleransa
Í einum heimi við ymiskum hugsjónum, religiónum og heimsáskoðanum, er tað sera týdningarmikið at hava vilja og evni at skilja tey, sum hava aðra fatan enn ein sjálvur. Ymiskleikin gerst alt meiri sjónligur í einum globaliseraðum heimi. Virðing fyri øðrum menniskjum er eitt kjarnuvirði fyri eitt nútímans og sivili-serað menniskja.
Ofta verður tosað um toleransu. Toleransa er ein vilji at góðtaka og virða meiningar, fatanir og at-ferð, sum ein sjálvur ikki stuðlar ella tekur undir við. Tað er einki dulsmál, at toleransa verður mett at vera eitt sereyðkenni fyri nútímans Evropa. Sagt verður, at vit skulu virða trúgv, virði og áskoðanir hjá øðrum menniskjum. Hetta ljóðar vakurt og menniskjaligt.
Skulu vit vísa toleransu fyri øllum mentanum og menniskjum? "Sjálvandi" verður sagt. Tíverri er henda evropeiska tolerans-an ikki galdandi fyri Amer-ika, og als ikki fyri George W. Bush og teimum virðum, ið hann stendur fyri. Ein hópur av evropeararum virða ikki, at Bush er ein endurføddur kristin, sum ikki skammast við sína trúgv og gudslív. Bush er íðin mótstøðumaður móti fosturtøku og íðin talsmaður fyri hjúnabandi millum mann og kvinnu (ikki millum mann og mann ella kvinnu og kvinnu). Tað er ófatiligt fyri ein verðsligan evropeara, at máttmiklasti polit-iski leiðarin í heiminum er játtandi kristin og er móti fríari fosturtøku. Bush tykist av vera ímyndin av kristnari fundamentalismu í hugaheiminum hjá mongum evropeararum. Hvussu ber tað til, at amerikanska fólkið hevur valt ein persónliga trúgvandi mann til at vera forseti teirra? Hetta hava mong ilt við at skilja. Toleransan sum evropearar eru so stoltir av, røkkur ikki til konservativ, høgravend kristin í Amerika. Ein orsøk til hetta er, at tey síggja veruleikan bert við støði í egnum fatanum og fyritreytum. Hetta kallast etnosentrisma.
Tað eru nógv íðin talsfólk fyri toleransu í Evropa. Men tíverri verður tað, sum prædikað verður, ikki víst í verki. Toleransa eigur at verða víst fyri øllum fatanum og fólkum. Tað er spell, at tann evropeiska tolerans-an ikki røkkur yvir um Atlantshavið.
Kristnu virðini
Tað vóru ikki búskaparmál, sosialmál ella heilsumál, ið avgjørdu amerikanska forsetavalið. Nógvir politiskir eygleiðarar vóður kløkkir, tá ið tað gjørdist greitt, at tað vóru virðisspurningar, sum avgjørdu valið.
Bush legði stóran dent á, at búskapurin var í tryggum hondum og at hann var rætti maðurin at halda áfram við stríðinum ímóti yvirgangi. Kerry vísti á, at arbeiðsloysið er vaksið meðan Bush hevur verið forseti. Eisini legði Kerry dent á, at kríggið í Irak gongur alt annað enn væl. Fyri nógvar amerikanskar veljarar vóru onnur mál, sum høvdu størri týdning, nevniliga moralsk virði.
Flestu politisku eygleiðararnir vóru samdir um, at tað vóru tey evangelisku kristnu, sum avgjørdu valið. Mótstøðan ímóti fostur-tøku og mótstøðan ímóti hjúnabandi millum samkynd var so stór, at milliónir av amerikanararum, sum ikki høvdu ætlað sær at farið á val, fóru á val kortini og atkvøddu fyri kristnu virðunum og George W. Bush. Demokratarnir høvdu undirmett týdningin av moralsku virðunum og teimum evan-gelisku kristnu. Avleið-ingarnar av hesum gjørdist ein vanlukka fyri demokratarnar.
Í Føroyum kunnu vit fegnast um, at tey kristnu moralsku virðini ikki eru kastað fyri borð. Men vit vita, at tað eru kreftir í okkara landi, sum við religiøsum ídni gera alt tað, tey eru ment, fyri at leiða føroysku tjóðina ta leið, sum amerikanski veljarin segði nei til. Vit føroyingar hava meira í felag við amerikan-arar, tá ið talan er um moralsk virði, enn við evropearar.
Tað fer eitt stríð fram í Føroyum í dag um okkara grundarlag sum fólk. Velja vit tey kristnu og tryggu virðini ella verðsligu humanistisku virðini? Um vit velja at byggja okkara land á humanistisk og relativistisk virði, fer hetta at gerast ein vanlukka fyri okkara land. Tá byggja vit hús á sandi. Hetta húsið fellur. Um vit áhaldandi velja at byggja land okkara á kristnu virðini og tann siðaarv, ið flestu føroyingar virðismeta, byggja vit hús á hellu. Hetta húsið fellur ikki, tí tað er grundað á hellu.

Útvaldar keldur:
Babington, Charles og Juliet Eilpern: Rightward Shift May Squeeze Centrists.Washington Post, 4. november 2004.

Broder, David S.: Need to Connect With Religious, Rural Vpters Noted. Washington Post, 4. november 2004.

Forelle, Charles o.a.: Gay Agenda Is seen as Rallying Point. The Wall Street Journal, 5. november 2004.

Frum, David: The Right Man. An inside Account of the Surprise Presidency of George W. Bush. Weidenfield & Nicolson, London 2003.

Frum, David: Astonishing Night When America Chose the Strong Man. American Enterprise Institute for Public Policy Research, 4. november.

Høi, Poul: Kristne republikanere blæser til angreb. Berlingske Tidende, 5. november 2004.11.10

Høi, Poul: Demokraterne i den store Gud-alder. Berlingske Tidende, 5. november.

Mansfield, Stephen: The Faith of George W. Bush. Charisma House, florida 2003.

Seelye, Kathrine Q.: Moral Values Cited as a Defining Issue of the Election. The New York Times, 4. november 2004.