Bush var vónsvikin

Laura Bush, kona fyrrverandi amerikanska forsetan George W. Bush, avdúkar í einari samrøðu við CNN, at tað var eitt stórt vónbrot fyri mann hennara, at hann ikki megnaði at fáa republikanar og demokratar at arbeiða saman í Kongressini, tí tað hevði hann megnað, tá hann var guvernørur í Texas.

Laura Bush heldur, at tað man eisini vera komið óvart á Barack Obama, forseta, hvussu torført tað er at fáa demokratar og republikanar at samstarva í Washington.

Um eftirmælið hjá manni sínum sigur hon, at amerikanarar fara at minnast hann sum ein, ið vardi fræsli og trygd landsins.