Búskaparráðið skuldi vera óhefti stovnurin, við okra bestu búðskaparfrøðingum. Tíverri hevur hetta ráðið fullkomiliga útspælt sína rollu.
Við sjálvmáli omaná sjálvmáli, standa hesi, ið mynda ráðið, púra ósmæðin og umbera seg, meðan tað eina ivasama avrikið fyri og annað eftir, verður borðreitt fyri Føroya fólki. Var hetta matur, ið borðreitt bleiv við, ja so høvdu øll, ið høvdu roynt hann, ligið heima við búkilsku og matstovan verið stongd.
Persónligu áhugamálini og sokallaða óheftnið kom veruliga til sjóndar dagin fyri atkvøðugreiðsluna um Suðuroyartunnellina. Tá steig sjálvur formaðurin, sum eisini er nevndarformaður í Landsbankanum, einaferð fram á pallin og ávaraði Løgtingið ímóti at atkvøða fyri tunnellini, tí haldførið hjá landskassanum ikki var í lagið.
Formaðurin hevði jú fortalt føroya fólki, at hallið fyri 2025 bleiv 390 mio. (Attentatroyndin hjá unga Gavrilo Princip eydnaðist á sinni og hevði ovurstórar fylgir við sær – ja hon var beinleiðis neistin undir 1. veraldarbardaga.)
Hetta má metast sum attentatroynd móti Tunnellini. Henda margháttliga attentatroyndin hjá Johnny á Suðuroyartunnelina eydnaðist tíbetur ikki. Nei, løtt varð skeivt og tá skotið varð latið av, ja so brast alt so beint upp í andlitið á honum! Suðuroyartunnellin varð samtykt.
Og ja, so vísti tað seg fáar dagar seinni, at hallið bleiv 50mio ella at nú javnvigar landsins fíggjarlóg at kalla. Johnny og harkaliðið skutu 340 MILLIÓNIR við síðunar av! Sama skilið var fyri tveimum árum síðani. Tá hevði ráðið, av “misgáum”, lagt 250mio omaná fíggjarlógina.
Her eru pengar at spara. Ráðið eigur at verða tikið av skjótast gjørligt?
Hasar ónyttugreiningar kann Fíggjarmálaráðið í øllum førum sjálvt taka sær av.
Bjarni Hammer
Valevni hjá Javnaðarflokkinum











