Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina. Tað er ásett í lógini fyri Búskaparráðið, at tað skal gera tvær konjunkturfrágreiðingar árliga, sum skulu verða almannakunngjørdar ávikavist tann 1. mars og 1. september.
Limir í nýggja Búskaparráðnum eru:
Fróði Magnussen, cand.merc., formaður
Jan Otto Holm, cand.merc.fir.
Sanna Laksá, Ph.D. í búskaparfrøði
Helena Andreasen, cand.merc.aud.
Johnny í Grótinum, cand.polit.