Búskapurin kom væl ígjøgnum 2021

- Men, koronu-skelkurin í 2020 flutti føroysku ferðavinnuna nógv ár aftur í tíðina, ásanna tey í Vinnuhúsinum.

- Hóast korona framvegis spøkir og órógvar samfelagið, so benda nýggjastu hagtølini á, at føroyski samfelagsbúskapurin er komin rættiliga væl ígjøgnum hesi seinastu tvey óvanligu árini.

 

Tað siga tey í Vinnuhúsinum í dag.

 

- Í fjør vórðu fluttar tilsamans 12,7 miljardir krónur í lønum, pensjónum og øðrum veitingum umvegis føroysku a-skattaskipanina. Hetta vóru góð tvey prosent meira enn í 2020 og fimm prosent meira enn í 2019.

 

Av samlaðu lønunum og veitingunum á 12,7 miljardir, vórðu goldnar tilsamans 3,9 miljardir í inntøkuskatti. 1,8 miljardir til landið og 2,1 miljardir til kommunurnar.

 

- Samlaði inntøkuskatturin til land og kommunur var eisini stívliga tvey hægri í 2021 enn í 2020.

 

Í Vinnuhúsinum vísa tey á, at í 2021 ferðaðust 239.000 ferðafólk umvegis flogvøllin í Vágunum. Hetta eru 33 prosent fleiri enn í 2020, tá 180.000 ferðafólk fóru um flogvøllin.

 

- Tað var bara fyrsta ársfjórðing í 2021, at ferðafólkatalið um flogvøllin var lægri enn í 2020. Allar hinar mánaðirnar hevur ferðafólkatalið verið hægri enn í 2020. 

 

Í Vinnuhúsinum siga tey, at koronu-skelkurin í 2020 flutti føroysku ferðavinnuna nógv ár aftur í tíðina.

 

- Í 2020 var ferðafólkatalið um flogvøllin á leið tað sama sum í 2005, tá tað fóru stívliga 181.000 ferðafólk um flogvøllin. Í fjør var ferðafólkatalið komið upp aftur á sama støði sum í 2013, tá ferðafólkatalið um flogvøllin var stívliga 236.000.

 

Lagt verður aftrat, at í fjør vórðu skrásettir 1.991 nýggir persónbilar á Akstovuni. Hetta eru 104 persónbilar fleiri enn í 2020 og á leið sama tal sum í 2016 og 2017, tá tað vórðu skrásettir ávikavist 1.971 og 1.951 nýggir persónbilar í Føroyum.