Nýggja og ókeypis bussleiðin í Klaksvík hevur nú skjótt koyrt í ein mánað, og hevur hon verið sera væl móttikin.
Enntá hevur undirtøkan onkuntíð verið so góð, at pláss hevur ikki verið fyri øllum í bussunum, sum taka 70 ferðafólk, skrivar Portalurin.
Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, heldur tó ikki, at býbussarnir eru ov smáir. Hoyrið samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.