Eftir ta donsku bussvanlukkuna á einum motorvegi nærhendis Berlin í síðstu viku eru danskir busseigarar sinnaðir at endurskoða trygdarreglurnar, sum eru galdandi fyri bussar, sum koyra ferðafólk.
John Bergholdt, sum er formaður í danska busseigarafelagnum, sigur við DR, at felagið fer at taka málið upp, so skjótt týska løgreglan er liðug at skriva frágreiðing um vanlukkuna.
Tað er komið fram, at tann danski vanlukkubussurin koyrdi koyrdi skjótari enn tað, sum er loyvt. Vanlukkan kostaði trimum dønum lívið.