Strandferðslan boðar í morgun frá, at bussleið 701, ið er bussleiðin Fámjin – Tvøroyri – Sandvík, fyribils ikki koyrir vegna veður.
Nógvur vindur er ymsastaðni kring landið í morgun, og sambært veðurstøðunum hjá Landsverk, so er nógvur vindur á farleiðini hjá leið 701. Sambært veðurstøðini á Øðraskarði, so er hvassur stormur á Fámjinsvegnum, í hvirlunum upp til 44 m/s, meðan veðurstøðin í Hvalba boðar frá hvirlum upp til 26 m/s.
Seinastu dagføringin hjá Landsverk av koyrilíkindunum er fylgjandi:
Klaksvík, Gerðabøur - kl. 10:08 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 30 m/s
Syðradalur - kl. 10:08 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 26 m/s
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 10:08 Skrið, í hvirlunum upp til 32 m/s
Høgareyn - kl. 10:08 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 10:07 Stormur, í hvirlunum upp til 31 m/s
við Velbastaðháls - kl. 10:07 Skrið, í hvirlunum upp til 28 m/s
Hvalba - kl. 10:08 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 26 m/s
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 10:08 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 44 m/s