Bussleiðin ígjøgnum kvørnina

Tilboðini uppá busskoyringina í Tórshavnar Kommunu eru komin inn, og nú skal ein nevnd meta, hvat tilboð er hitt besta. Eftir ætlan byrjar busskoyringin eftir nýggja leistinum í februar 2003

BUSSLEIÐIN

Hósdagin 15. august 2002 kl. 13.00 vórðu tilboðini uppá busskoyringina í Tórshavnar kommunu latin upp.
13 høvdu biðið um tilfar, harav bjóðaðu 7 uppá alla, ella partar av busskoyringini.
Við verandi skipan eru tað fýra veitarar, sum røkja bussleiðina fyri kommunan, og hesir hava verið teir somu síðani bussleiðin byrjaði at virka fyrst í áttatiárunum. Sáttmálin er endurnýggjaður á hvørjum árið. Netto kostar tað Tórshavnar býráð ellivu milliónir um árið at reka bussleiðini. Brutto er kostnaðurin 14 mió, har tríggjar milliónir eru inntøka av billettum .
Eftir tilboðunum at døma, so kann hetta við busskoyring gerast bíligari í Havnini. Innkomnu tilboðini vóru millum 6,2 milliónir og 11,9 milliónir um árið, uttan mvg.
Tilboðini vóru eitt sindur ymisk, har onkur bjóðaði uppá allar leiðirnar, og onkur bjóðaði uppá eina ella fleiri. Tey, ið bjóðaðu vóru: Smápartafelag undir stovnan v/Una Mortensen, Sp/f Gundurs Bussar, Sp/f Gundurs og P/f Gunnleifs bussar, Bergur Johannesen, Smápartafelag undir stovnan Hallurs bussar, Sp/f ABS-Transport v/Olaf Andreassen og P/f Mouritsens Bussar.
Bogi Haraldsen á teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at henda nýggja skipanin væntandi verður munandi lættari at samskipa í framtíðini.
Veitararnir fáa eitt gjald fyri teir tímar, teir koyra, og býráðið fær allar inntøkurnar frá koyringini. Kommunan ætlar eisini at seta eina nýggja billett-skipan í nýtslu, ið skal vera meira modernað og elektronisk.
Jan Christiansen segði í sambandi við útbjóðingina, at tað ikki hevði størstan týdning at gera leiðirnar bíligari, men heldur at borgararnir fingu eina betri tænastu. Millum annað varð sett fram sum krav, at bussarnir skulu vera nýggir og lágir, soleiðis at lætt er at koma í og úr bussunum. Eisini er tað ein spurningur um at plasera ábyrgd. Áður hevur tað verið rættiliga torført hjá kommununi at halda skil, hvør átti ábyrgdini, um okkurt óregluligt skuldi stungið seg upp, men nú verður eitt greitt ábyrgdarbýti sett upp.
Talan verður í framtíðini um fýra leiðir í Havn. Afturat hesum verður so eisini ein skúlaleið og ein leið, ið umfatar Kollafjørð og Kaldbak.
Tað verður framvegis ein hálvur tími millum fráferðirnar hjá bussunum um dagarnar, men um kvøldið verður ein tími ímillum. Enn er ikki gjørt av, um koyrt verður sunnudagar og seint leygarkvøld. Onkur hevur eisini tikið hesar koyringar við í sítt tilboð, men onkur hevur ikki tikið hetta við.
Bogi Haraldsen sigur, at teir, tá tilfarið er viðgjørt, væntandi fara at tosa nærri við tann, ið skal koyra, um prísir fyri at koyra seint leygarkvøld og sunnudag.
Orsøkin til, at kommunan ikki er so áhugað fyri at koyra sunnudag er tann, at so ógvuliga fá fólk nýta bussleiðin sum er hendan dagin. Talan er um millum 60 og 100 fólk, ið vanliga ferðast við bussleiðini sunnudagar.
Ein nevnd, ið býráðið setir, fer nú at taka støðu til tilboðini. Eitt tilmæli verður væntandi lagt fyri teknisku nevnd, og síðani verður tað býráðið, ið fer at taka støðu til málið.

Keypa bussarnar
Av teimum fýra verandi veitarunum valdur bert tveir teirra at bjóða uppá bussleiðin í hesum nýggja útbjóðingarumfarinum. Talan er um Bláhamars bussar og AB-Bussar, sum ikki valdu at bjóða uppá bussarnar hesaferð.
Bogi Haraldsen sigur, at kommunan fer at keypa allar bussarnar, ið verða nýttir til býarbusskoyring sum er. Ætlanin er so, at teir komandi veitararnir skulu keypa bussarnar aftur frá kommununi fyri sama prís, ið kommunan keypti teir fyri. Hetta verður gjørt fyri ikki at koma nøkrum í óføri orsakað av nýggju bussskipanini.