Bussleiðin í Havn verður umskipað í næstum

Bussarnir fara væntandi at koyra í vikuskiftinum, og túratalið verður økt

Tekniska nevnd hjá Býráðnum hevur leingi arbeitt við einari umskipan av bussleiðini, og nú er skjótt komið á mál. Í hesari ætlan liggur m.a. eitt økt túratal, og ynskið hjá havnarborgarum um betri bussleið í vikuskiftunum verður allarhelst til veruleika. 

 

- Vit mugu ásanna, at tað verða fleiri bilar í høvuðsstaðnum í framtíðini, tí tað síggja vit á hagtølunum. Hetta er ein støða, sum vit mugu fyrihalda okkum til. Tí skal tað vera meira gagnligt hjá borgaranum at brúka bussleiðina, soleiðis at mann eisini kann minka um ferðsluna í býnum, sigur Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu.

 

Hann fær ikki sagt so nógv um nýggju ætlanirnar enn, men tað verður í næstum, at nýggja bussleiðin kemur. Tá bussleiðin verður boðin út á nýggjum í 2020, er tað ein møguleiki fyri, at ein nýggjur veitari kemur í myndina, og nýggir bussar eru eisini ein møguleiki.

 

- Bussleiðin verður boðin út á nýggjum í 2020, men vit ætla at umskipa bussleiðina áðrenn hetta fyri at prøva tað av, sigur Jákup Dam.