Bussur í Stokkhólmi sprongdist eftir samanstoyt

Ein býbussur í svenska høvuðsstaðnum tók í hæddarverjuna í einum tunli. Tað gjørdi, at ein brennievnistangi á takinum ekspoloderaði, og bussurin stóð í ljósum loga.

Blaðið Dagens Nyheder hevur tosað við sløkkiliðið, sum upplýsir, at bussurin rakti eina hæddarverju á veg inn í Klaratunnilin.

 

Í stoytinum kom hol á ein brennievnistanga á takinum, og eldur kom í tangan sum sprongdist. Stutt eftir stóð allur bussurin í ljósum loga.

 

Eingi ferðafólk vóru í bussinum, sum er ein sonevndur liðbussur, sum við eyka longd hevur fleiri pláss til ferðandi.

 

Eygnavitni siga við svenskar miðlar, at spreingingin var sera sterk. Bussurin stóð brennandi á Tegelbacken í miðbýnum í Stokkhólmi.

 

Fleiri sjúrkrabilar komu á staðið, og fleiri miðlar upplýsa, at førarin hevði fingið skaða.

 

Løgreglan avvísti beint eftir óhappið, at mistaki varð um yvirgangsatsókn. Men hendingin skakaði fólk á staðnum.

 

– Tú verður órógvaður. Eg hugsaði fyri, at talan helst var um yvirgangsatsókn, og síðani at roykurin kundi vera eitrandi, og so hugsar tú jú, um nakar man hava látið lív, sigur eygnavitni við Dagens Nyheder.

 

/ritzau/