Stutt fyri kl 8 í morgun steðgaði ein bussur upp í rundkoyringini millum Eystara- og Norðrara Ringveg í Havn. Sum vera man elvdi tað til rættiligan ferðslutøpp Tað var bussurin, sum koyrir Leið 3 hjá Bussleiðini í Havn, sum steðgaði upp í Rundkoyringini við ítróttarhøllina í Havn stutt fyri kl 8 í morgun.
Hetta er júst tað tíðarskeiðið, ferðslan á Ringvegnum er upp á tað mesta, so tað elvdi til miklan ferðlutøpp.