Samferðsla
Søldarfirði:
Bussurin, sum feyk út av á Kambsdali, fekk stóran skaða. Men síðan er eisini herverk framt móti honum, so hann í dag einki virði hevur yvirhøvur. Hann verður nú burturbeindur.
Jóan Petur Langgaard í Søldarfirði, sum eigur bussin, sigur, at hann er so mikið gamal, at hann er farin um pensiónsaldurin hjá Strandferðsluni kortini. Bussurin er frá 1986 og kann tí ikki nýtast til fólkaflutning fyri Bygdaleiðir sambært nýggju reglunum, sum komnar eru í samband við útlisiteringina av
koyringini.
Jóan Petur Langgaard hevur biðið um ein nýggjan buss, sum væntandi verður latin einaferð í summar. Tað er busur av øðrum merki og við væl betri stabiliteti enn hann, sum nú verður burturbeindur.
Nakað annað er, sigur eigarin, at bussurin hevur verið fyri so mikið nógvum óhappum, at tað átti næstan at verðið skrivað søga um hann.
Ikki færri enn tríggjar ferðir er hann fokin. Eina ferð er hann farin út av, orsakað av hálku, ákoyrdur er hann, eins og hann eisini hevur verið fyri øðrum álvarsligum óhappum.
Bussurin var sera ringur at koyra í vindi, sigur Jóan Petur Langgaard. Hann kundi finna upp á at lætta sær á, so hann misti takið í vegnum, og so var einki at gera. Tvær ferðir er hann fokin út av vegnum á Kambsdali. Eisini er hann einaferð farin út av vegnum har inni orsakað av hálku.
Men sjálvt í túninum í Søldarfirði er hann fokin, greiðir Jóan Petur Langgaard frá. Bussurin lætti sær á, snaraði út á vegin og koppaði, soleiðis at hann stongdi vegin og legði alla ferðslu lavna.
Bussurin, sum er týskur, hevur sera góðan motor, letur eigarin at. Hann hevur havt bussin standandi eina tíð í teirri vón, at onkur kanska var áhugaður í onkrum eykalutum, sum kundu verðið seldir úr honum. Men tað røkist einki fyri tí, og nú bussurin eisini hevur verið fyri herveri um vikuskiftið, har mestum allir rútar eru soraðir, er einki annað at gera enn at forkoma honum, sigur Jóan Petur Langgaard.